- Tíðindi, mentan og ítróttur
90 fólk siga seg hava havt koronu
Heilsustýrið hevur í tríggjar vikur heitt á fólk um at siga frá, um tey hava fingið staðfest koronu, tá tey hava kannað seg.
Fólk skulu sjálv senda teldupost til heilsustýrið og upplýsa navn og p-tal umframt úrslitið av royndini, tey hava tikið.
Tølini skulu tí takast við fyrivarni, sigur Heilsustýrið.
Fráboðanirnar, sum Heilsustýrið regluliga fær frá sjúkrahúsverkinum, vísa, at talið á innløgdum við koronusmittu, hevur staðið í stað farnu fýra vikurnar.
Samstundis eru fráboðanirnar um positivar heimatestir, sum Heilsustýrið hevur móttikið, eisini fallandi.
Tað kann tó ikki í sjálvum sær brúkast sum grundarlag, tí eingin vissa er fyri, at fólk boða frá.
Sjálvt um fráboðanirnar ikki geva eina greiða mynd av smittustøðuni, so geva tær nakrar ábendingar um støðuna, heldur Heilsustýrið.