Viðbrekin fyri rangupplýsingum og net-álopum

Viðbrekin fyri rangupplýsingum og net-álopum
Gransking í hesum er á byrjanarstigi, men tørvur er á at vita meira um evnini, sigur granskari úr Grønlandi
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
19.08.2024 - 19:18

Londini í Norðuratlantshavi eru viðbrekin, og kunnu lættari enn áður vera fyri rangupplýsingarkampanjum - eins og netálopum. 
Gransking í hesum er á byrjanarstigi, men tørvur er á at vita meira um evnini, sigur Rasmus Leander Nielsen, sum er granskari í Grønlandi. Hann er komin til Føroya í samband við samstarvsverkstovu, sum granskingarráðini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum skipa fyri í Norðurlandahúsinum.

Rasmus Leander Nielsen hevur tveir leiklutir í samband við samstarvsverkstovuna. Tann eini er sum limur í grønlendska granskingarráðnum, hin sum granskari á Universitetinum í Grønlandi.

Hann fer at leggja fram um granskingarverkætlanir, sum upp á ymsar mátar hava við øll trý londini at gera. Tað eina evnið er ein hugburðskanning um uttanríkis- og trygdarpolitikk. Slíkar hugburðskanningar eru gjørdar í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum. Í Grønlandi var stuðulin til NATO stórur, tá fyrra hugburðskanningin varð gjørd í 2021. Granskarin er spentur at vita, um hugburðurin til uttanríkis- og trygdarpolitikk er broyttur nakað síðan. 

Trygdarspurningurin verður, eins og í Føroyum, nógv vendur í Grønlandi í hesum árum. Ein spildurnýggj verkætlan snýr seg um hybrid-hóttanir. Hann greiðir frá, at tað hava verið nøkur netálop í Grønlandi, sum raktu samfelagið rættiliga meint. 

Síðan er tað altjóða trupulleikin við rangupplýsing. Har eru útnorðurlondini serliga viðbrekin. Helst síðan smáu málini hjá okkum nú eru vorðin lættari umsetilig á netinum.

Rasmus Leander Nielsen stuðlar undir týdningin av, at granskarar í grannalondunum hittast, sum á hesari samstarvsverkstovuni, sum verður hildini í Norðurlandahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550