Nýggi Finnur Fríði á veg til Føroya

Nýggi Finnur Fríði á veg til Føroya
Uppsjóvarskipið er bygt á Karstens skipasmiðjuni í Skagen
Nýggi Finnur Fríði kostar 350 mió. kr.
Mynd: Bandholm skibsbilleder  
 
21.08.2024 - 13:31

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Varðanum í Gøtu er nú liðugt og verður væntandi í Føroyum um vikuskiftið.

Tað skrivar Portal.fo

Nýggi Finnur Fríði er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í Danmark. 

Skipið er nakað seinkað, men nú eru seinastu snøklarnir komnir upp á pláss, og eftir ætlan verður skipið í Føroyum antin leygardagin ella sunnudagin.

 

350 mió. kr. 

Sambært Portalinum kostar nýggi Finnur Fríði umleið 350 milliónir krónur.

Reiðaríið Varðin í Gøtu ætlaði at selja gamla Finn Fríða, nú nýggja skipið er klárt at taka í nýtslu. 

Men í vár fekk reiðaríið eitt gott tilboð upp á Trónd í Gøtu, sum tá varð seldur til Noregs fyri 200 milliónir krónur.

Tá broytti gamli Finnur Fríði navn og eitur nú Tróndur í Gøtu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558