- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur væl hjá danska Rockwool í Russlandi
Hálvt triðja ár er liðið, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Eftir innrásina tóku nógvar fyritøkur seg úr Russlandi, men danska milliardafyritøkan Rockwool tók avgerð um at halda á við virkseminum í landinum.
Nú vísa tøl fyri fyrra hálvár í ár, at fyritøkan hevur havt góðan fíggjarligan byr.
Russisk søla heldur á
Danski bjálvingarrisin framleiðir og selur vørur um allan heimin, og síðani 1999 hevur fyritøkan verið virkin í Russlandi.
Í økinum í Eysturevropa, sum Russland hoyrir til, hevur sølan fyrra hálvár verið 374 milliónir evrur, sum er ein vøkstur upp á 25 prosent.
Samlaða sølan í heiminum er hækkað átta prosent síðani somu tíð í fjør, ella 1,9 milliardir krónur.
Nýggi roknskapurin vísir, at sølan í Eysturevropa er 19 prosent af samlaðu søluni hjá Rockwool.
Avgerðin er illa dámd
Fíggjarliga hevur tað verið ein góð avgerð hjá Rockwool at verða verandi á russiska marknaðinum, men avgerðin hevur ikki verið væl dámd av øllum.
Í november bleiv Rockwool sett á ein svartlista av ukrainskum myndugleikum, sum stríðast móti mutri. Men í donsku bjálvingarfyritøkuni heldur mann ikki, at tað hevði gjørt mun at tikið seg úr Russlandi.
Um tey góvust við søluni, høvdu onnur tikið við, verja tey í Rockwool seg við sambært Berlingske, sum vísir til Ritzau.
Í roknskapinum ger Rockwool vart við, at fyritøkan letur 13,4 milliónir evrur, umleið 100 milliónir krónur, í ein grunn, sum arbeiðir við at byggja Ukraina upp aftur.