Páll Klettskarð byrjar í álopinum

Páll Klettskarð byrjar í álopinum
Tvær broytingar eru á føroyska liðnum í mun til dystin móti Kasakstan. Nýggjur áleypari er Páll Klettskarð
 
15.10.2013 - 12:53

Páll Klettskarð kemur inn fyri Jóan Símun Edmundsson, og Súni Olsen kemur inn fyri Daniel Udsen.

Málverjin og verjan er hin sama, so broytingarnar fara at merkjast á miðjuni og í álopinum.

Christian L. Holst verður helst fluttur út á høgru síðu. Súni Olsen kemur inn á sentrala miðvøllin við Fróða Benjaminsen. Hallur Hansson verður offensivur miðvallari, meðan Pól Johannus Justinussen verður verandi í vinstru síðu.

Einsamallur áleypari verður Páll Klettskarð.

Føroyska liðið:

Gunnar Nielsen

Jónas Tór Næs

Rógvi Baldvinsson

Jóhan T. Davidsen

Viljormur Davidsen

Christian Lamhauge Holst

Súni Olsen

Fróði Benjaminsen

Pól Johannus Justinussen

Hallur Hansson

Páll Klettskarð

Dysturin byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá 19.30. Útvarpið hevur upptakt frá klokkan 17.05

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203