Framvegis lítið av makreli at fáa

Framvegis lítið av makreli at fáa
Sambært yvirlitinum hjá Norges sildesalgslag selur Fagraberg 250 tons í dag, Gamli Jupiter 160 tons, og Pelagos í Fuglafirði hevur keypt 445 tons frá Arctic Voyager
Pelagos í Fuglafirði hevur keypt 445 tons av makreli frá Arctic Voyager. (Savnsmynd)
 
26.08.2024 - 09:56

Framvegis er lítið at fáa av makreli, bæði í føroyskum sjógvi, altjóða sjógvi og í norskum sjógvi.

Áhugin at fara í norskan sjógv vaks brádliga fríggjadagin.

12 føroysk skip kunnu vera har í senn. 12 skip fingu tilsøgn at fara í norskan sjógv.

Okkurt fór tó ikki.

Sambært yvirlitinum hjá Norges sildesalgslag selur Fagraberg 250 tons í dag, Gamli Jupiter 160 tons, og Pelagos í Fuglafirði hevur keypt 445 tons frá Arctic Voyager.

Fríggjadagin seldi Gøtunes 100 tons til Varðan Pelagic.

Gøtunes er á Tvøroyri í dag. 

Avtalan um makrelin, sum Føroyar hava gjørt við Noreg og Bretland, sigur, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges sildesalgslag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928