Reiðarafelagið: Misjavnur makrelfiskiskapur

Reiðarafelagið: Misjavnur makrelfiskiskapur
Føroysku skipini hava higartil fiskað 17.450 tons. Somu tíð í fjør fiskaðu tey meira enn 142.000 tons
Kvotan hjá føroyskum skipum er 68.535 tons í ár. (Savnsmynd)
 
28.08.2024 - 09:42

- Makrelfiskiskapurin er misjavnur í ár, sigur Reiðarafelagið, sum hevur tikið saman um fiskiskapin hjá Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Russlandi og Noregi.

Føroysku skipini byrjaðu fyri einum mánaði síðan, og higartil eru fiskað 17.448 tons. 

Hetta er nógv minni enn í fjør, tá føroysku skipini høvdu fiskað yvir 142.000 tons síðst í august.

Men í fjør byrjaðu skipini at fiska longu í mai-juni. 

Kvotan hjá føroyskum skipum er 68.535 tons í ár.

 

 

Íslendingar fiskað 88.000 tons

Íslendsku skipini byrjaðu nógv fyrr enn føroysku skipini at fiska makrel og hava higartil fiskað 87.982 tons av kvotuni, sum er 121.999 tons.

Fýra grønlendsk skip royna eftir makreli í altjóða sjógvi, har nógv russisk skip eisini royna í løtuni.

Grønland hevði tann 19. august fiskað 10.382 tons av kvotuni upp á 48.060 tons, sum kann fiskast í altjóða sjógvi og íslendskum sjógvi.

Norsku skipini, bæði uppsjóvarskip og útróðrarbátar, byrjaðu at fiska fyri einum mánaði síðani og hava higartil fingið 49.120 tons av kvotuni, sum er 211.827 tons.

Russiska kvotan er 111.560 tons, men ógreitt er, hvussu nógv russisk skip hava fiskað, men góð 7.000 tons eru fiskað í føroyskum sjógvi higartil, sigur Reiðarafelagið, sum hevur tikið samanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 4. oktober 2024
180902
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk 3.oktober 2024
180616
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Phil Mogg um Moggs Motel
180614
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Herman Frank um Circle of Life
180615
Hósdag 3. oktober
Andarblak: Takksemi
181594
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890