Útnorðurráðið heldur 40. ársfundin í Havn

Útnorðurráðið heldur 40. ársfundin í Havn
Seks tinglimir úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi manna ráðið, og harumframt eru politikarar og gestir úr hinum Norðurlondum við á fundinum
Føroysku umboðini á 40. ársfundi Útnorðurráðsins, sum í hesum døgum er í Havn. Vinstrumegin frá: Karlot Hergeirsson, Bárður á Lakjuni, Eyðdis Hartmann Niclasen, Erling Eidesgaard, Jenis av Rana og Henrik Old.
 
28.08.2024 - 11:38

Útnorðurráðið heldur í hesum døgum ársfund í Norðurlandahúsinum í Havn, har fólkavaldu limirnir í ráðnum hittast.

Seks tinglimir úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi manna ráðið, og er hetta ársfundur nummar 40 í røðini.

Harumframt eru politikarar og gestir úr hinum Norðurlondum við á fundinum, ið viðger viðurskifti av áhuga fyri londini í útnorðri.

Á ársfundinum, sum varð settur týsdagin, eru evnini sivil tilbúgving í útnorðri og mál í útnorðri í einum talgildum heimi á skránni, umframt onnur viðkomandi evni, so sum altjóða samstarv.

Hósdagin klokkan fimm verður barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins handað á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

Grønland tekur annars við formanssætinum í formansskapinum fyri komandi árið, og nýggjur formaður verður Doris J. Jensen.

Steinunn Tóra Árnadóttir verður fyrsti næstformaður, og verandi formaður, Jenis av Rana, verður annar næstformaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329