Nýtt lív komið í málið um horvnu Madeleine McCann

Nýtt lív komið í málið um horvnu Madeleine McCann
Bretska løgreglan kunngjørt nýggj avgerandi prógv í málinum um Madeleine McCann. Hildið verður, at hon hvarv seinni, enn tað hevur verið gingið útfrá higartil.
17.10.2013 - 03:00

 

Fyri seks árum síðan hvarv tann tá trý ára gamla gentan Madeleine McCann. Hon var á feriu við foreldrunum í Portugal, og eitt kvøldi tá foreldrini komu aftur í íbúðina eftir at hava etið úti, var Madeleine burtur og vindeygað opið.

 

Hvørvingin hevur vakt stóran ans runt í heiminum. Nógv var at hoyra um Maddie í fjølmiðlunum, og kend fólk lovaðu fleiri milliónir fyri avgerandi prógv í málinum. Foreldrini eru vís í, at hon er á lívi. Um hon er á lívi, er hon 10 ár í dag.

 

Bretska løgreglan, Scotland Yard, hevur tikið málið upp av nýggjum. Scotland Yard hevur kannað øll 30.000 dokumentini, sum eru um Maddie-málið.

 

Hetta hevur borið við sær, at málið hevur fingið eina nýggja vend. Bretska politiið hevur fingið nýggj prógv í málinum. Teoriin hevur allatíð verið, at hon varð kidnappað klokkan 21:15, tí eitt vitni sá ein mann við einum barni beint við íbúð teirra. Hetta vísir seg nú ikki at vera Maddie, sum maðurin hevði, men hann bar bara sína egna dóttir, skrivar Politiken.

 

Hetta merkir, at politiið hevur í seks ár gingið útfrá einum skeivum spori.  Tíðin, tá hon hvarv, er nú ikki 21:15, men seinni.  Tí er tann høvuðsmistonkti ikki undir illgruna longur.

 

Í hesum sambandi hevur løgreglan ein annan mann undir illgruna, sum varð sæddur við einari lítlari gentu í pyjamas sama kvøldi. Tvey vitni fortaldu at byrja við, hvat tey høvdu sæð, men løgreglan gav tí ikki ans, tí tey meintu, hon hvarv fyrr.

 

Hetta kom fram í sendingini BBC’s Crimewatch mánakvøldið. Eisini vórðu tvær eftirgjørdar teldumyndir av manninum, tey meina hevur burturført Maddie, vístar. Myndirnar kunnu síggjast her.

 

Sama kvøldið, sum hon hvarv, vóru nógv innbrot í íbúðum á resortinum, McCann familjan gisti í. Hetta kann hava havt okkurt at gera við mannaránið, meinar bretska løgreglan.  

 

- Maddie hevur kanska órógvað onkran, ið var í ferð við at bróta inn, og viðkomandi kann so hava tikið hana, sigur leiðarin av rannsóknini, Andy Redwood við BBC One sambært Politiken.

 

Løgreglan í Portugal hevði á sinni eina teori um, at foreldrini sjálvi drupu Maddie av óvart, og goymdu hana  so tey kundu sleppa sær snikkaleyst av við líkið. Mamman, Kate McCann, fekk bjóðað ein mildan dóm uppá tvey ár, um hon játtaði seg seka. Men eftir eina tíð varð hendan síðan av málinum uppgivin.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.