Venjarin væl nøgdur við stigið

Venjarin væl nøgdur við stigið
Håkan Ericson var sum heild væl nøgdur við stigið, sum manslandsliðið fekk ímóti Norðurmakedónia í sólini á Tórsvølli, men kundi kortini havt hugsað sær øll trý
07.09.2024 - 17:35

Føroyska manslandsliðið í fótbólti legði fyri við javnleiki ímóti Norðurmakedónia í Nations League-kappingini, sum byrjaði í sólini á Tórsvølli í dag.

Venjarin, Håkan Ericson, var eisini stak væl nøgdur við eitt stig, hóast hann ikki fekk latið vera við at iðra seg um, at hann ikki fekk øll trý.

 - Teir hava nakrar heilt stórar kjansir, men tað hava vit eisini, og vóru vit hepnir, vunnu vit dystin. So eg eri væl nøgdur, men samstundis eitt sindur vónbrotin, segði landsliðsvenjarin.

Føroyar løgdu seg framum longu í 9. minutti, tá Viljormur Davidsen sendi brotsspark í netið, men beint eftir steðgin tók Enis Bardhi av, tá hann eisini fekk kjansin frá ellivu metrum.

 

Avloysararnir stóðu royndina

Nógv hevur verið gjørt burturúr, at fleiri av teimum royndastu spælarunum ikki vóru tøkir til dystin av ymsum orsøkum. 

Nevnast kunnu miðvallararnir Brandur H. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen, meðan bæði Mattias Lamhauge og Teitur M. Gestsson eisini máttu geva avboð.

Sigast má kortini, at avloysararnir stóðu royndina í dag. Bárður á Reynatrøð hevði eina frálíka bjarging í seinna hálvleiki, meðan ungu miðverjarnir Andrias Edmundsson og Samuel Chukwudi spældu væl í føroysku verjuni. Á miðjuni stóðu bæði Hanus Sørensen og Meinhard Olsen, sum aftur er klárur, sterkir í myndini.

 - Onkur er byrjaður at spæla aftur fyri kortum og er tí ikki hundrað prosent til reiðar, men vit spæla við teimum, sum eru tøkir, og eg haldi, at teir arbeiða stak væl, segði Håkan Ericson, sum ásannaði, at skal Føroyar vinnu slíkar dystir, er neyðugt, at liðið er neyvari í teimum avgerandi støðunum í bæði verju- og álopsstøðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373