Andrias Edmundsson: Vit vóru eins góðir og teir

Andrias Edmundsson: Vit vóru eins góðir og teir
Stóri miðverjin, Andrias Edmundsson, spældi ein branddyst, tá fótbóltslandsliðið spældi javnleik ímóti Norðurmakedónia í Nations League, og hann var væl nøgdur við stigið
07.09.2024 - 17:42

Andrias Edmundsson átti stóran lut í javnleikinum, sum føroyska fótbóltslandsliðið fekk ímóti Norðurmakedónia í fyrsta Nations League-dystinum í heyst.

Stóri miðverjin stóð stinnur, tá fótfimu gestirnir ferð eftir ferð royndu at brodera sær ígjøgnum, og tá kjansurin kom, spældi toftamaðurin bóltin væl frá sær, so føroyingarnir kundu fara í álop.

 - Vit spæla ordiliga upp við teir, vit skapa nógvar góðar kjansir, góðar støður, men teir skapa eisini stórar kjansir, segði Andrias Edmundsson eftir dystin.

Føroyar løgdu seg framum longu í 9. minutti, tá Viljormur Davidsen sendi brotsspark í netið, men beint eftir steðgin tók Enis Bardhi av, tá hann eisini fekk kjansin frá ellivu metrum.

 - Eg helt, vit funnu eina javnvág ímillum, nær vit skuldu spæla djúpt, og nær vit skulu spæla í føturnar.

 

 - Eg eri ein klassaspælari

Stóri miðverjin spælir til dagligt í Wisła Płock í næstbestu pólsku deildini, og síðstu árini hevur hann trokað seg meir og meir framat á landsliðnum hjá Håkani Ericson. 

Í dag spældi hann undir liðini á Samuel Chukwudi fyri steðgin, og tá HB-maðurin var útskiftur, kom Hørður Askham inn undir liðina á Andriasi Edmundsson, sum fekk rós fyri sítt góða avrik. Frágreiðingin er einføld.

 - Tað er tí, eg eri ein klassaspælari, staðfesti Andrias Edmundsson við einum smíli. 

 - Eg havi verið yrkisleikari, síðan eg var 16 ár, og um tú ikki sást okkurt av tí, sum eg havi verið ígjøgnum, vildi tað verið løgið, segði miðverjin, sum ivaleyst spælir aftur í miðverjuni týsdagin, tá Lettland eru vertir á Skonto-leikvøllinum í Riga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109