Makrelurin: 12 prosent til føroysk skip er alt ov lítið

Makrelurin: 12 prosent til føroysk skip er alt ov lítið
Jacob Vestergaard, landstýrismaður, sigur, at Føroyar eiga 23 prosent, um alt skal fiskast í føroyskum sjógvi
 
17.10.2013 - 11:28

ES kann gloyma alt um at bjóða føroyingum 12 prosent av makrelinum næstu fimm árini. Føroyar eiga 23 prosent, um alt skal fiskast í føroyskum sjógvi, ella 15 prosent, um føroysku skipini sleppa at fiska hjá hinum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur rimarfast um føroysku støðuna í makreltrætuni.

Hava einki frætt

Í gjár frættist, at ES vil lata føroyingum 12 prosent av kvotuni næsta ár: Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið hevur ikki frætt um tølini hjá ES. Men samrøður hava verið við samráðingarfólkini hjá ES, og ábendingar hava verið um, at ES vil flyta seg. Landsstýrismaðurin vísir tó á, at Norra hevur als ikki verið við í hesum samrøðunum, so tí er einki greitt enn.

Og hann endurtekur, at ES og Norra skulu ikki geva Føroyum nakað. Føroyar taka tann part av makrelinum, sum Føroyar eiga, sigur hann. ES ætlar at bjóða Føroyum 12 prosent av makrelkvotuni næsta ár, skriva útlendskir fiskivinnumiðlar. Sambært FiskeribladetFiskaren eru ES og Ísland vorðin samd um 11,9 prosent.

107.000 tons

Men sambært øðrum miðlum er framvegis talan um eitt uppskot og eitt tilboð hjá ES. Og tekur Ísland av, fáa Føroyar sama tilboð, 12 prosent, t.e. eru 107.000 tons. I ár er føroyska makrelkvotan góð 126.000 tons. Men Jacob Vestergaard vil ikki hoyra talan um tons. Higartil hava ES og Norra sagt, at Føroyar eiga minni enn fimm prosent av heildarkvotuni av makreli.

Sambært fiskifrøðini í ICES ber til fiska 64 prosent meira makrel næsta ár enn í ár, ella 890.000 tons. FiskeribladetFiskaren skrivar, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í ES-sjógvi. Og avtalan um tey knappliga 12 prosentini skal vera galdandi í fimm ár.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938