Droyma um trý stig í Riga

Droyma um trý stig í Riga
Føroyar fingu stig ímóti Norðurmakedónia, meðan Lettland tapti fyri Armenia. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, vónar, at lettar eru merktir av tapinum og droymir um trý stig
10.09.2024 - 13:56

Meðan Føroyar komu væl frá byrjan í Nations League við javnleiki ímóti Norðurmakedónia, tapti Lettland greitt á útivølli fyri Armenia.

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, vónar, at tapið kann órógva lettar undan dystinum á Skonto-leikvøllinum í Riga seinnapartin.

 - Vónandi kann tað gera teir ótryggar, segði Håkan Ericson, tá landsliðið vandi í gjár. 

Føroyar spældu tveir javnleikir ímóti Lettlandi, tá liðini hittust í Nations League fyri fýra árum síðan, og fyri kortum vunnu lettar venjingardyst ímóti Føroyum í Baltic Cup. Nógv er broytt í lettiskum fótbólti síðstu árini, sigur Håkan Ericson.

 - Vit síggja ein heilt annan spælistíl nú, enn tá vit spældu í Nations League seinast. Teir hava nýggjan venjara, og nýggjar spælarar, sum borga fyri ferðmiklari spæli. Teir vilja hava bóltin í størri mun nú, og tí verður tað ein áhugaverdur dystur, segði Håkan Ericson.

 - Um vit raka sama stig sum leygardagin, verður tað ein góður og javnur dystur. 

Føroyar og Lettland bresta saman seinnapartin klokkan 17:00. Kringvarpið sendir dystin frá 16:30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364