Námsfrøðihjálparar sleppa ikki víðari

Námsfrøðihjálparar sleppa ikki víðari
- Lítil og eingin kós er á tí meira yvirskipaðu og politisku hugsanini um námsfrøðiligu útbúgvingina, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum, Sanna á Løgmansbø.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
10.09.2024 - 16:42

Í grein á heimasíðuni hjá felagnum heldur hon tvørturímóti, at stórt óskil valda á økinum, og sum dømi lýsir hon tað sum “eina skandalu”, at útbúnir námsfrøðihjálparar noyðast niður, skulu teir lesa víðari.

Verandi útbúgving frá Heilsuskúlanum gevur nevniliga onga atgongd til víðari bachelor-lestur á Fróðskaparsetrinum, og hetta var man vitandi um, longu tá ið farið varð undir útbúgvingina í 2020.

Ein annað er eisini, at sumt á námsfrøðiliga útbúgvingarøkinum hoyrir undir Mentamálaráðið og annað undir kommunurnar, sum nú sjálvar skipað sínar egnu meritt-útbúgvingar, tí trot er á útbúnari arbeiðsmegi.

Trupulleikin er bara, at stórur munur er á innihaldinum í útbúgvingunum og hvussu nógv tær kunnu brúkast til víðari fram. Tí heldur Sanna á Løgmansbø, at landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum eigur at taka málið upp, so størri greiði fæst á øllum útbúgvingarøkinum.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Sannu á Løgmansbø:

2024-09-10-Sanna-a-Logmansbo
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329