Venjarin: Høvdu ikki neyðugu renniorkuna

Venjarin: Høvdu ikki neyðugu renniorkuna
Håkan Ericson var vónsvikin av fyrra hálvleiki í tapinum fyri Lettlandi. - Vit hava ikki neyðugu renniorkuna, segði Håkan Ericson. Umstrídda málið vildi hann ikki tosa um
10.09.2024 - 19:21

Fyrri hálvleikur var ov vánaligur. Tað ásannaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir 1-0 tapið fyri Lettlandi í Nations League.

 - Eg eri vónsvikin um fyrra hálvleik, fyrst og fremst. Vit eru ikki á teimum og lova teimum at stýra spælinum alt ov lætt, segði Håkan Ericson.

 - Tað kemst millum annað av, at vit ikki standa rætt, at vit mangla orku, og at tað er ov langt ímillum okkara.

 

Ov tungir á fótum

Føroyski venjarin var nøgdur við innsatsin hjá spælarunum, men helt, at tað sást aftur, at føroyingarnir høvdu spælt ein harðan dyst fyri javnleiki ímóti Norðurmakedónia, meðan lettar hinvegin skiftu nógv út, tá teir longu tíðliga vóru komnir afturum ímóti Armenia.

 - Venjingin í gjár sá heldur ikki gott út. Vit hava ikki neyðugu renniorkuna í dag, segði Håkan Ericson.

Sviin tók avleiðingarnar av laka fyrra hálvleikinum í steðginum, tá hann sendi Mads Boe Mikkelsen og Adrian Justinussen á vøllin fyri Jóan Símun Edmundsson og Sølva Vatnhamar.

 

Vildi einki siga um lettiska málið

Spurdur um umstrídda lettiska málið, tá bólturin kom í hondina á Vladislavs Gutkovskis, sum síðan fekk lagt upp til málskjúttan, Renars Varslavans, vildi Håkan Ericson ikki úttala seg beinleiðis.

 - Eg havi ikki sæð tað enn, so eg havi onga viðmerking. Men eg vóni, at nú vit hava VAR við øllum tí keðiliga, sum tað annars hevur við sær, at vit fáa eina rættvísa avgerð. Soleiðis hevur tað verið í teimum støðunum við hond, sum vit hava fingið dømdar ímóti okkum, so eg vóni, at tað er í ordan hesa ferð. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373