Vestmenningar vitja í Íslandi

Vestmenningar vitja í Íslandi
Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband við Snæfelsbær í 2001, og síðani hevur samband verið millum kommunurnar báðar.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
14.09.2024 - 17:26

Hesa vikuna hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi.

Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband í 2001, og síðani hevur samband verið millum kommunurnar báðar.

Vestmanna bygdarráð hevur vitjað Ólafsvík, Hellissand og Rif, sum eru í Snæfelsbærar kommunu.

Millum annað varð vitjað hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík.

Eisini siga vestmenningar seg hava fingið íblástur frá, hvussu gøtur eru lagdar til tey ymsu ferðamálini, og hvussu tey handfara burturkast, ið kann endurvinnast.

Næsta ár er ætlanin, at umboð fyri bygdaráðið í Snæfelsbær koma á vinarbýarvitjan í Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952