Á Breddanum: Deyðiligar arvasjúkur í Føroyum

Á Breddanum: Deyðiligar arvasjúkur í Føroyum
Í sendingini verður tosað við fólk, ið eru rakt av arvasjúkum, og limir í etiska ráðnum vera í útvarpsstovuni
Kanningin vísir, at meginparturin av teimum spurdu halda, at tey, sum ætla at fáa sær børn, skulu fáa tilboð um at verða kannað, um tey bera deyðiligar arvasjúkur. (Savnsmynd)
 
17.09.2024 - 08:47

Umleið 90 prosent av føroyingum í burðardygga aldrinum halda, at eitt tilboð eigur at vera til øll, sum ætla sær at fáa børn, at verða kannað, um tey eru berar av fimm deyðiligum íløgusjúkum.

Tað vísir ein kanning, sum verður almannakunngjørd í dag, og sum áhugafelagsskapurin Arvasjúkan hevur biðið um.

Títtleikin av hesum sjúkum er størri í Føroyum enn aðrastaðni, og fólk eiga at vera spard fyri sorgina, sum tað hevur við sær at seta barn i verðina til líðing og deyða, halda tey, sum hava biðið um kanningina. 

Breddin í dag snýr seg um deyðiligar arvasjúkur í Føroyum. Vit tosa við fólk, ið eru rakt, og limir í etiska ráðnum vera í útvarpsstovuni.

Teir eru Bergur Debes Joensen, prestur og formaður, Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, og Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen. 

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655