Dýrari bústaðir, hóast rentan hækkaði

Dýrari bústaðir, hóast rentan hækkaði
Tað bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi størri enn útboðið, sigur Betri heim
Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Havn í miðal fýra mió. kr. (Savnsmynd)
 
19.09.2024 - 08:26

Hóast útlánsrentan hækkaði í 2022 og 2023, eru miðal bústaðarprísirnir í dag hægri enn í 2022, sigur Betri heim. 

Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá útlánsrentan hækkar, og fólk hava færri pengar.

Men hóast útlánsrentan er hækkað, kvinka prísirnir framvegis uppeftir. 

Tað bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi størri enn útboðið, sigur Betri heim.

Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Havn í miðal fýra mió. kr.

Tað eru seks prosent meira enn í fjør.

Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í landinum var 2,1 mió. krónur, fimm prosent meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329