"Eigur tú ikki tað, tú býrt í, so er okkurt galið"

"Eigur tú ikki tað, tú býrt í, so er okkurt galið"
Hesum hugburði hava Ruth og Sólbjørn Thomsen ofta møtt, tá tey siga fólki, at tey ikki hava hug til at eiga sítt egna heim, men heldur vilja leiga
Sólbjørn og Ruth Thomsen hava selt húsini, sum tey áttu, og búgva nú til leigu í einari íbúð frá Bústøðum. Tað eru kortini nógv, sum ikki skilja avgerðina.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
24.09.2024 - 17:56

- Gerið so væl, nú er hetta tykkara heim, segði húsavørðurin, tá hann gav Sólbirni og Ruth Thomsen lyklarnar til íbúðina á Heimasta Horni.

Hetta kendist ordiliga, ordiliga gott, sigur Sólbjørn, nú vit sita rundan um spísiborðið í nýggju íbúðini, sum hann og Ruth leiga frá Bústøðum. Sjálvt um tey áður hava átt hús, so hava tey í fleiri ár valt at leiga heldur enn at eiga, men tað er ikki fyrr enn nú, at tey veruliga kenna, at tey eru komin heim.

Ruth og Sólbjørn trívast væl í nýggju leiguíbúðini frá Bústøðum. Mynd Bárður Lydersen

 

Eitt trygt og gott val

- Størsti munurin millum støðini, vit áður hava leigað og hesa íbúðina, er, at her vita vit, at vit kunnu vera verandi – for good, sigur Ruth við einum brosi, áðrenn hon leggur afturat, at tú jú ongantíð veitst nær, tey, ið eiga ein privat leigaðan bústað, sjálvi skulu brúka hann.

Og bæði hjá Ruth og Sólbirni er nógv tíð farin við at stúra fyri møguleikanum fyri at vera noydd út aftur á óskipaða leigumarknaðin fyri at finna eitt annað stað at búgv. Tí eru tey so fegin um at hava fingið møguleikan at leiga eina íbúð frá Bústøðum og sostatt sleppa burtur úr óvissuni, sum fylti rættiliga nógv hjá teimum, tí hvat nú, um tey ikki sluppu at vera verandi tey fimm árini, tey høvdu avtalað? Hvat nú, um tey fóru at standa á berum og aftur skuldu flyta?

Íbúðin er spildurnýggj og hevur tvey kømur, vesi, vaskirúm og køk og stovu í einum, umframt at hon hevur eina altan við góðum útsýni út yvir Havnadal. Hjúnini hava longu sett síni egnu merki á íbúðina og hava væl og virðiliga gjørt hana til eitt heim.

Fyri Ruth var tað týdningarmesta tó køkurin, tí har mátti vera pláss til at baka ta góðu kringlu, sum hon nærum er heimskend í Føroyum fyri. 


Men hví so ikki bara eiga?

Ruth hevur ikki sjónina við sær longur, og Sólbjørn hevur havt eina heilabløðing, sum ger, at hann ikki hevur somu førleikar longur, sum hann hevði áðrenn. Hetta hevði við sær, at tey ikki sóu seg før fyri at halda eini hús, tí tað krevst, tá tú eigur títt egna. Tað eru tó ikki øll, sum skilja avgerðina hjá Sólbirni og Ruth um ikki at eiga sítt egna heim.

- Eg upplivi ofta, at fólk hyggja eitt sindur skeivt at okkum og halda okkum ikki vera heilt í ordan, tí mann má eiga tað, sum mann býr í, annars má okkurt vera galið við okkum, sigur Ruth.

Viðmerkingarnar kunnu gott vera eitt sindur niðurgerandi, heldur Ruth. Fólk skilja ikki, at mann við beráddum huga leigar heldur enn at eiga, og Sólbjørn váttar, at hann sanniliga eisini hevur møtt mistrúgv, tá hann hevur greitt frá um íbúðina frá Bústøðum. Meira enn einaferð hevur fyrsti spurningur tá verið: Hvat kostar hon?

Og so stendur mann har og hyggur at viðkomandi og hugsar, hvat skalt tú brúka tað til? 

Tað er trupult hjá teimum at skilja, at vit ikki ynskja at eiga eini hús. Hetta er tað, vit ynskja. Vit vilja hava eina íbúð, greiðir Sólbjørn frá. Hann ivast ikki í, at fleiri høvdu havt gleði av at gjørt tað sama sum tey bæði og sloppið sær av við stóru húsini og viðlíkahaldið, men nógv eru, sum ikki klára at taka avgerðina at selja húsini og leiga í staðin.

- Vit hava hoyrt fleiri siga, at tey kundu hugsað sær at gjørt sum vit, tá tey hava verið og vitjað okkum, sigur Ruth.

Køkurin hevur nóg mikið av plássi, og skuldi nakað gingið fyri, ja, so kunnu tey ringja eftir húsavørðinum. Tað hevur sínar fyrimunir at búgva til leigu, halda hjúnini. Mynd: Bárður Lydersen.

 

Føroyingar mugu eiga

At føroyingar vilja hava føtur undir egið borð er ikki ókent, tí vit vilja eiga.

- Eg veit, at mann eigur tað sjálvur, men nær byrjar tú at gjalda hetta lánið niður? Tú byrjar at gjalda rentur av láninum, og so skalt tú hava viðlíkahald av húsinum, tað kostar eisini. Vindeygu skulu skiftast, tak skal skiftast, hurðar skulu skiftast – alt kostar.

Við í leiguni hjá Sólbirni og Ruth er, at er nakað galið, so ringja tey til ein húsavørð, sum síðani tekur sær av trupulleikanum. Sólbjørn hevur tó ikki altíð verið eins sannførdur um dygdirnar við at leiga, sum hann er í dag.

- Eg havi sjálvur fyrr gingið við teimum tankunum, at eg má eiga eini hús til mína konu og míni børn, sum eru okkara, sigur Sólbjørn. Men tað broyttist, tá tað gekk upp fyri Sólbirni, at tað kanska einamest var stoltleikin í føroyinginum, sum helt fast í, at mann skal eiga tað heim, mann býr í.

Ruth heldur tó, at hugburðurin hjá føroyinginum spakuliga er við at broytast, soleiðis at fólk leita sær bæði móti leiguíbúðum, men eisini móti eigaraíbúðum heldur enn neyðturviliga at eiga eini sethús.

Sólbjørn og Ruth á altanuni í nýggju íbúðini á Heimasta horni. Mynd: Bárður Lydersen

 

Føtur undir egið borð

Tað gerst verri og verri hjá føroyingum at seta føtur undir egið borð. Húsaprísirnir eru hækkaðir sera nógv seinastu árini, og tað er dýrt at læna pengar. Skalt tú inn á sethúsamarknaðin, er neyðugt við stórum upphæddum á bók.

Í sendingini "Føtur undur egið borð" verður hugt nærri eftir bústaðarviðurskiftunum hjá føroyingum. 

Hví er tað so dýrt at búgva í Føroyum og passar tað, at øll vilja eiga egin sethús? Hvussu vilja vit búgva í framtíðini og er pláss fyri okkum øllum? Hesir eru nakrir av spurningunum, sum vera settir í Føtur undir egið borð.

Tú finnur fyrsta partin á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. september
RagnarRokk 26.september 2024
180496
Hósdag 26. september
RagnarRokk: Andy Scott um Full Circle
180745
Hósdag 26. september
Brot úr Føroya søgu
181226
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Týsdag 24. september
Veðrið
181163
Týsdag 24. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181121