Kappróðurin skjótt í leiðsluloysi

Kappróðurin skjótt í leiðsluloysi
Vandi er fyri, at Róðrarsamband Føroya verður uttan nevnd. Tríggir av fýra nevndarlimum vilja frá, og nú bert ein vika er til eykaaðalfundin, er bert eitt uppskot komið
23.09.2024 - 17:39

Vandi er fyri, at Róðrarsamband Føroya verður uttan leiðslu.

Næsta mánakvøld er eykaaðalfundur í RSF, har einasta mál á skránni er nevndarval. Tríggir av fýra nevndarlimum fara frá, og nú - bert tveir dagar undan freistini at skjóta fólk upp - er bert eitt uppskot komið.

 - Ein er áhugaður at stilla upp, men tað mangla framvegis fýra fyri at fáa nevndina fullmannaða, og tað er neyðugt, um arbeiðið skal halda fram, sigur forkvinnan, Annika Dalsgarð.

Eftir átta ár sum forkvinna vil hon sleppa úr sessinum av persónligum ávum. Tað sama ger seg galdandi hjá næstforkvinnuni, Elsu Magnussen og nevndarliminum Hugo Skorastein.

Lítið bendir kortini á, at áhugin at stilla upp til RSF-nevndina er stórur. Heldur hinvegin, og soleiðis hevur verið í nógv ár, men støðan í løtuni hevur kortini einki fordømi.

 - Tað er, at vit hava eitt samband við einum nevndarlimi, og tað vil siga, at sambandið er ikki viðtøkuført. Tú kanst ikki taka nakrar nýggjar avgerðir, og tað er ikki haldbart. Tú kanst ikki koyra eitt samband við einum fólki. Og so er tað upp til feløgini. Hvat skal mann so gera? Skal mann avtaka Róðrarsambandið? Tað er ein katastrofa, milt sagt. Pínligt, sigur Annika Dalsgarð.

 

Í stórari menning

Forkvinnan sigur, at kappróðurin hevur verið í menning síðstu árini. Á ólavsøku í fjør vóru meir enn 100 bátar á vágni, og kring landið eru ella verða fleiri nýggj neyst bygd til feløg, har rógvarar støðugt leggjast afturat. Harumframt vaksa áskoðaratølini alsamt. Um veturin kappast upp ímóti 130 rógvarar á maskinunum, og fleiri standa seg sera væl í kappingum uttanlands. Kortini tykist lítil og eingin áhugi vera at stilla upp til nevndarval hjá RSF.

 - Tað hevur altíð eydnast okkum við at heita á og reka. Og í síðsta enda eru feløgini traðkað í karakter, men akkurát nú hendir bara einki, sigur forkvinnan. 

Føroysku kappróðrarfeløgini fingu boð um støðuna 19. juli í ár. Eykaaðalfundurin verður næsta mánakvøld.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650