Norski Framburðsflokkurin stóra afturgongd

Norski Framburðsflokkurin stóra afturgongd
Flokkurin, sum nú skipar stjórn saman við Høgra, hevði fingið 14 prosent av atkvøðunum, var val nú
Siv Jensen, forkvinna í Framburðsflokkinum, er fíggjarmálaráðharri í nýggju norsku stjórnini
 
18.10.2013 - 08:57

Norski Framburðsflokkurin hevur stóra afturgongd, vísir ein meiningakanning, sum er gjørd, nú nýggj norsk stjórn er skipað. Floksleiðarin og fíggjarmálaráðharrin, Siv Jensen, má viðurkenna, at afturgongdin hevði verið góð trý prosentstig, og at Framburðsflokkurin hevði fingið sløk 14 prosent av atkvøðunum, var val nú.

Á stórtingsvalinum fekk Framburðsflokkurin 16,3 prosent av atkvøðunum, og tað vóru næstan sjey prosentstig færri enn á valinum í 2009.

Ongan týdning

- Tað er ongantíð gott, at meiningakanningar vísa so stóra afturgongd, men tað hevur ikki so stóran týdning í løtuni, tí val hevur júst verið, sigur framsøgumaðurin hjá Framburðsflokkinum, Harald Nesvik.

Hóast afturgongdina, so hevur Framburðsflokkurin 29 tinglimir, og er triðstørsti flokkurin í stórtinginum. Hjá hinum flokkunum vísir meiningakanningin ikki stórvegis broyting síðani valið. Norski Javnaðarflokkurin, sum nú er í andstøðu, er størsti flokkur, og hevði fingið sløk 32 prosent av atkvøðunum, var væl nú. Høgri er næststørstur við 27 prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485