KÍ yvirhálaði Víking - NSÍ í steypafinaluni

KÍ yvirhálaði Víking - NSÍ í steypafinaluni
Við sigri á Víkingi í Sarpugerði í kvøld fóru kvinnurnar hjá KÍ upp á 2. pláss í ovara endaspælinum. Tær hava líka nógv stig sum NSÍ, ið tryggjaði sær steypafinaluplássið
KÍ-kvinnurnar vunnu týðandi sigur á Víkingi í ovara endaspælinum í Betri-deildini
Mynd: savnsmynd  
 
26.09.2024 - 20:00

Bestu kvinnurnar hjá KÍ vunnu í kvøld á Víkingi í Sarpugerði og liggja nú á 2. plássið í ovara endaspælinum við eins nógvum stigum og NSÍ.

Eyðvør Klakstein legði KÍ framum í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin økti Tóra Mohr til 2-0, áðrenn støðan gjørdist 3-0 eftir sjálvmál frá heimaliðnum í 65. minutti.

KÍ hevur nú 40 stig, meðan Víkingur framvegis hevur 37. NSÍ er fremst - eisini við 40 stigum - men við nógv best málúrtøku. HB er nummar fýra við 27 stigum.

 

NSÍ í steypafinaluna

Runavíkingar vunnu heili 7-1 á HB í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, og tryggjaðu sær finaluplássið ímóti Víkingi á Tórsvølli 5. oktober.

Heidi Sevdal (3), Julia Naomi Mortesen (2) og Lena Olsen skutu málini við Løkin. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 5-1, og tí var dysturin hóskvøldið meir ella minni ein avgreiðsluspurningur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303