- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg: Løgmaður mist sambandið við fólkið
18.10.2013 - 12:59
Innlendis›Politikkur
Fakfeløg: Løgmaður mist sambandið við fólkið
Fleiri fakfelagsfólk finnast hvassliga at ætlanini hjá løgmanni at hækka sína egnu løn 30 prosent.

Georg F. Hansen, formaður í FA, sigur, at lønarhækkingin líkist ongum
- Løgmaður hevur mist sambandið við vanliga fólkið.
Tað halda fakfelagsumboð, nú ætlanin er at hækka lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólki 30 prosent. Sambært tilmælinum, sum ein nevnd hevur gjørt, hækkar lønin hjá løgmanni úr 694.000 kr. upp í 901.000 kr. um árið, og hjá landsstýrisfólkum úr 590.000 kr. upp í 763.000 kr.
Afturfyri missa løgmaður og landsstýrisfólk ávisar veitingar, og eftirlønin hjá landsstýrisfólkum verður 15 prosent av lønini, og ikki sum nú full tænastumannaeftirløn eftir átta ár í starvi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Myndatekstur: Georg F. Hansen, formaður í FA, sigur, at lønarhækkingin líkist ongum
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















