Iran hóttir við at leggja undirstøðukervið í Ísrael í oyði

Iran hóttir við at leggja undirstøðukervið í Ísrael í oyði
Rakettálopini í gjárkvøldið vóru eitt stórt mistak, sigur ísraelski forsætisráðharrin, sum lovar hevnd
Iran sendi í gjarkvøldið umleið 200 rakettir inn í Ísrael.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.10.2024 - 08:17

Iran fer at oyðileggja alt undirstøðukervið í Ísrael, um Ísrael loypur á Iran.

Tað sigur iranska herleiðslan sambært AFP-tíðindastovuni.

Boðini koma eftir, at Iran sendi okkurt um 200 rakettir inn í Ísrael í gjár.

- Bumbuálopini verða endurtikin og herd, og alt undirstøðukervið í landinum verður rakt, segði iranski generalmajorurin, Mohammed Baheri, í almennum sjónvarpi.

 

Fólk í Tel Aviv leitaðu sær skjól, tá ávaringarlúðrarnir boðaðu frá iransku rakettálopunum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Stórt mistak

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu segði í gjárkvøldið, at Iran hevur framt eitt stórt mistak við at leypa á Ísrael.

Amerikanski netportalinum Axios skrivar, at Ísrael ætlar at hevna seg inn á Iran.

Netportalurin endurgevur ísraelskar tænastumenn.

Ætlanin er at raka iranska oljuídnaðin og onnur týdningarmikil mál í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911