Trý ár og tvey tilmæli framd

Trý ár og tvey tilmæli framd
Tvey tilmæli av teimum 14, sum eru í eftirmetingini av eldraøkinum frá 2021, eru framd
Kommunukanning um eldraøkið.
 
03.10.2024 - 06:53

Tvey tilmæli av teimum 14, sum eru í eftirmetingini av eldraøkinum frá 2021, eru framd.

Annað er um at dagføra brúkaragjøldini, og hitt er um at dagføra kommunala skuldarmarkið.

Viðvíkjandi tilmælinum um eftirlit hevur Løgtingsins umboðsmaður víst á, at einki eftirlit er sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt.  

Eitt ávíst samskifti hevur verið millum Almanna- og Mentamálaráðið og Kommunufelagið um, hvat slíkt eftirlit skal umfata. Hetta arbeiði er ikki liðugt.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um eldraøkið, eftirmeting og markamót.

Markamót eru millum kommunurnar og Almannaverkið.

Men støður eru, har fólk kunnu detta niður í millum geirarnar, sigur landsstýriskvinnan.  

Hon sigur, at tá eldraøkið fór til kommunurnar at umsita, avgjørdi trivnaðarnevndin í løgtinginum, at ein nevnd skuldi setast til at taka avgerðir, tá slíkar støður eru.

Markamótsnevnd virkar

Markamótsnevndin hevur avgjørt mál, har kommunurnar og Almannaverkið ikki vóru samd um, hvør átti ábyrgdina. 

- Tað er mín fatan, sigur Sirið Stenberg, at Markamótsnevndin virkar væl, og allir partar virða avgerðirnar hjá henni.

Hon sigur, at tað er óheppið at hava slík markamót, men tað kann vera trupult at sleppa av við tey, tá fleiri geirar veita tænastur, sum liggja tætt hvør at aðrari.

Demensøkið er skipað soleiðis, at tey, sum eru yngri enn 67, fáa dagtilboð frá Almannaverkinum.

Fólkapensjónistar fáa tænastur frá kommununum.  

- Tað hevði sjálvandi verið betri, um tænastan var antin hjá landinum ella hjá kommununum. 

- Eg ætli mær at taka hesar spurningar upp við kommunurnar skjótast gjørligt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961