Ísrael heitir á fólk í Suðurlibanon um at flýggja

Ísrael heitir á fólk í Suðurlibanon um at flýggja
Øll, sum eru nærindis Hezbollah-eindum, støðum og útgerð, eru í lívsvanda, sigur ísraelski herurin
Ísraelsku álopini á Libanon halda fram.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.10.2024 - 08:46

Ísraelska verjan, IDF, heitir á íbúgvar í 20 bygdum í Suðurlibanon um at rýma alt fyri eitt.

IDF sigur í fráboðanini:

- Virksemið hjá Hezbollah tvingar IDF til at svara aftur við hørðum. IDF hevur ongar ætlanir um at raka teg, men tú mást fara heimaífrá alt fyri eitt fyri at vera trygg, og far norður um Awali-ánna. Bjargið lívinum hjá tykkum, skrivar Avichay Adraee, talsfólk fyri IDF á miðlinum X, fyrrverandi Twitter.

- Øll, sum eru nærindis Hezbollah-eindum, støðum og útgerð, eru í lívsvanda. Eitt og hvørt hús, sum Hezbollah brúkar til hernaðarligan tørv, verður eitt mál, skrivar Adraee.

Meira enn ein millión fólk í økinum eru rikin frá húsi og heimi, eftir at ísraelsku álopini  fyri nøkrum vikum síðani eru vorðin alsamt tittari, siga libanskir myndugleikar.

Ein vegur, sum er nýttur sum flýggingarleið úr Libanon til Sýria, er stongdur eftir álop í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928