Nýtt lag frá Gretu

Nýtt lag frá Gretu
Greta Svabo Bech er aktuell við einum nýggjum lagi, sum kallast Broken Bones.
21.10.2013 - 02:15

Greta Svabo Bech hevur nógv jørn í eldinum. Seinastu mánaðirnar hevur mest verið at hoyrt um ymisk spennandi samstørv við tónleikarar, sum á hvør sín hátt allir hava markerað seg á altjóða tónleikapallinum - klassiska komponistin Ludovico Einaudi, Cher og elektroniska tvíbólkin Zed's Dead. Nú er hon aftur aktuell við einum nýggjum lagi, sum kom út í gjár og ber heitið Broken Bones. 

 

Greta er óheft av nøkrum plátufelagi og gevur sjálv sín tónleik út. Í summar fluttu hon og enski sjeikurin, sum eisini er tónleikari, úr Liverpool til Miðvágs at búgva, har tey hava bygt eitt studio og framleiða allan hennara tónleik. 

 

Hoyr Broken Bones her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.