Eystari landsrættur taka støðu um heimild

Eystari landsrættur taka støðu um heimild
Føroya Kærustovnur vil hava Eystara landsrætt at taka støðu til, um Føroya rættur hevur heimild at freista avgerðir í barnaverndarmálum
Annfinn V. Hansen, advokatur.
 
09.10.2024 - 18:56

Tá Føroya rættur í farna mánaði fyribils steðgaði einari avgerð at senda ein 15 ára gamlan drong á stovn í Danmark, skapti tað eitt nýtt fyridømi. 

Tað metir Annfinn V. Hansen, advokatur, sum vegna Føroya Kærustovn hevur søkt Processbevillingsnævnet um at royna tann partin av málinum í Eystara landsrætti, sum kann skapa fyridømi fyri onnur líknandi mál. 

- Eg havi spurt, um Føroya rættur hevur rætt at freista avgerðina ella ikki. Og tað merkir, at onki skal henda, fyrr enn Føroya rættur hevur tikið málið til viðgerðar, sigur hann.

- Higartil hevur tað verið fatanin hjá bæði myndugleika og rættinum, at tað ikki hevur verið heimild at steðga einum máli. Nú sigur Føroya rættur so, at heimildin er har. Barnaverndarlógin sigur, at hetta ikki ber til. Tað hevur týdning fyri onnur mál, um tað er so hóast alt.

Málið er prinsipielt fyri onnur mál, men tað fær ikki nakran týdning fyri ítøkiliga málið við 15 ára gamla dronginum, sigur Annfinn V. Hansen.

 

Hoyr innslagið við Annfinn V. Hansen í útvarpstíðindunum kl. 18.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439