Jóannes Bjartalíð: Blandaðar kenslur eftir mál og javnleik

Jóannes Bjartalíð: Blandaðar kenslur eftir mál og javnleik
Jóannes Bjartalíð sendi Føroyar á sigurskós, tá fimm minuttir vóru eftir, misnýtti stóran málkjans løtu seinni, og mátti síðan síggja sigurin gleppa av hondum í yvirtíðini
10.10.2024 - 22:45

Jóannes Bjartalíð hevði blandaðar kenslur eftir javnleikin ímóti Armenia hóskvøldið.

Tað góða var, at klaksvíkingurin kom aftur á vøllin fyri Føroyar og skeyt eitt mál, sum kendist sum - og kanska átti at verið - sigursmálið á Tórsvølli. 

Tað keðiliga var, at miðvallarin beint eftir mál sítt misnýtti stóran kjans og í yvirtíðini mátti síggja armenar javna og samstundis køva sigursrómin, sum bæði venjarar, spælarar og viðhaldsfólk hava saknað og hava tørv á.

 - Tað er ein blanding av øllum. At vit ikki taka tey trý stigini í dag, tá vit fáa 2-1 málið, og eg havi tað, sum tú kanst kalla ein hundrað prosent kjans at skora til 3-1, og so fáa teir eitt skræpumál í yvirtíðini, sum aldri skal blíva til mál, segði Jóannes Bjartalíð.

 

Fóru framum tvær ferðir

Jann Benjaminsen legði Føroyar framum, tá 37 minuttir vóru spældir við góðum skoti, tá ein bóltur varð skallaður útfrá eftir deyðbólt, men beint fyri steðgin javnaði Armenia, tá Lucas Zelarayan skoraði við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum. 

Bæði liðini skaptu kjansir eftir steðgin, men tað var Jóannes Bjartalíð, sum tók sakina í egnar hendur fimm minuttir fyri leiklok. Fredrikstad-miðvallarin setti bóltin lágt inn við nærru stongini eftir frálíkt einmansavrik. Hann fegnaðist eisini um aftur at kunna umboða landsliðið.

 - Heilt einastandandi at vera aftur í føroyska búnanum og sleppa at spæla fyri føroyska landsliðið. Heilt fantastisk kensla, sjálvt um eg nokk ikki eri í bestu útgávu av mær sjálvum, og tað er ekstremt tungt at spæla í løtuni, segði Jóannes Bjartalíð.

Sunnudagin spæla Føroyar týðandi heimadyst ímóti Lettlandi á Tórsvølli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650