Håkan Ericson: Hjartaliga vónsvikin

Håkan Ericson: Hjartaliga vónsvikin
Føroyski landsliðsvenjarin var vónsvikin eftir javnleikin ímóti Lettlandi. Serliga fanst hann at føroyska verjuspælinum undan lettiska málinum, sum hann kallaði ódjarvt
13.10.2024 - 22:42

Håkan Ericson segði seg vera 'hjartaliga vónsviknan' eftir javnleikin ímóti Lettlandi í Nations League sunnukvøldið.

Landsliðsvenjarin hevði enn einaferð sæð sínar menn leggja seg á odda - Hanus Sørensen skeyt sítt fyrsta landsliðsmál fyri steðgin - men mátti aftur síggja eitt mótstøðuliðið javna á ein hátt, sum hann fanst hvassliga at.

 - Eg eri sera ónøgdur við málið, sum vit lata ígjøgnum. Vit eru ódjarvir í støðuni, segði Håkan Ericson.

 - Vit hava tosað um, at vit ikki skulu fella og bakka. Vit hava gjørt tað fleiri ferðir fyrr. Ímóti Kekkia, Moldova og Lettlandi. Vit hava tosað um tað so ofta, men kortini gera vit tað.

69 minuttir vóru spældir, tá Andrejs Ciganiks fekk pláss vinstu megin, og fann Dario Šits, sum hevði runnið seg púra leysan í føroyska brotsteiginum.  

Føroyar sótu á stórum pørtum av dystinum, men høvdu kortini sera ilt við at spæla seg til góðar kjansir.

 - Eg haldi, at vit hava bóltin 68 prosent av dystinum í mun til teirra 32, og tá skulu vit vinna, segði landsliðsvenjarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158