Andrias Edmundsson: Smáting venda dystinum

Andrias Edmundsson: Smáting venda dystinum
Smáting venda dystinum, helt miðverjin Andrias Edmundsson eftir at Føroyar høvdu mist leiðsluna og í staðin bert fingu eitt stig á Tórsvølli sunnukvøldið
13.10.2024 - 22:56

Tað var ein løta at bíða eftir Andriasi Edmundsson eftir javnleikin ímóti Lettlandi í Nations League í gjár.

Spælararnir vóru róptir inn í skiftingarrúmið á Tórsvølli, har teir millum annað tosaðu um málið, sum kostaði teimum sigurin.

 - Eg komi at standa saman við tveimum monnum, og veit ikki ordiliga, hvønn mann eg skal dekka, so eg velji tann eina, og hann spælir til hin, sum skjýtur hann í kassan, segði Andrias Edmundsson, sum spældi enn ein góðan dyst í føroysku miðverjuni.

Tað vóru smáting, sum vendu dystinum til fyrimuns fyri útiliðið, helt miðverjin úr Wisła Płock.

 - Vit royna sjálvandi at vinna dystin (eftir útjavnandi málið, red.), og tað gevur eisini pláss í bakrúminum hjá okkum, so teir fáa onkrar støður, sum teir kanska ikki fingu, tá vit sótu totalt á tí, segði Andrias Edmundsson.

Hanus Sørensen legði Føroyar framum fimm minuttir fyri stegðin, áðrenn Dario Šits javnaði í 69. minutti. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037