Fótbóltsviðmerkjari: Landsliðsvenjarin eigur at verða uppsagdur

Fótbóltsviðmerkjari: Landsliðsvenjarin eigur at verða uppsagdur
Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari í KVF, var eirindaleysur eftir javnleikin móti Lettlandi. FSF eigur alt fyri eitt at finna ein nýggjan venjara fyri Håkan Ericson
14.10.2024 - 14:00

Hóast Føroyar megnaðu at fáa javnleik móti Lettlandi í Nations League-kappingini á Tórsvøll í gjárkvøldið, so var stór ónøgd um, at manslandsliðið í fótbólti ikki megnaði at vinna dystin. 

Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, legði ikki fingarnar ímillum, men helt, at tíðin var búgvin til at senda Håkan Ericson, landsliðsvenjara, og hansara fólk til hús. 

"Landsliðsvenjarin stendur her eftir dystin og snakkar um, at vit hava bóltin, men vit skapa einki. Tí spyrji eg: Hvør hevur tað, ið hevur ábyrgdina av tingunum, sum ikki verða skapt á fótbóltsvøllinum? Er tað ikki akkurát Håkan Ericson, venjarin, sum við sínum venjingum og uppleggi skal geva spælarunum møguleikan at skapa (málmøguleikar) á vøllinum?" spurdi Oddbjørn Joensen eftir dystin. 

Svarið gav Oddbjørn Joensen sjálvur:

"Tað er hansara uppgáva! Og bara at siga, at vit skapa einki, er ikki gott nokk? Eg haldi ikki, at tað er gott nokk. Eg haldi næstan, at Fótbóltssambandið skal gera sum Armenia (ið júst hevur sent venjaran til hús, blaðm) og gera skjótt av og finna ein nýggjan venjara."

 

Landsliðið er uppsteðgað

Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, helt, at føroyska manslandsliðið var uppsteðgað, og at tað gekk skeiva vegin.  

"Eingin skal misskilja meg her. Eg hevði ynskt, at vit høvdu eitt landsliðsvenjaratoymi, ið førdi okkum framá, og at teir máttu frá fyri elli um nøkur ár. Tað hevði verið tað mest fantastiska. Men tað er bara ikki soleiðis. Vit mugu siga tingini sum tey eru. Tað gongur afturá við føroyska landsliðnum. "

Oddbjørn Joensen endurtók orðini í sendingini "Fótbóltsprát" seinnapartin, tá hann útgreinaði sína støðu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210