Føroyar hýsa altjóða U19-flogbóltskapping

Føroyar hýsa altjóða U19-flogbóltskapping
Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingini fyri gentir og dreingir. Kappingarnar vera 25. - 27. oktober í høllini á Hálsi í Havn
Flogbóltssamband Føroya verður í næstum vertur fyri altjóða U19-kapping
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
14.10.2024 - 16:02

Føroyar skulu hýsa altjóða U19-flogbóltskapping, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Seinastu árini hava hesar kappingarnar verið hildnar í Rovaniemi í norður Finnlandi, men næstu trý árini verða tær í Havn. Høllin á Hálsi verður við tveimum flogbóltsvallum karmur um kappingarnar í ár, og í 2025 kunnu kappingarnar vónandi vera í høllini við Tjarnir.

NEVZA er norðuratlantiska økið undir evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV, og luttakandi londini eru Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark og Ongland. Til kappingina síðst í oktober luttaka 11 lið við. Finnland verður ikki við, og Noreg luttekur ikki við sínum dreingjaliðið. 

Talan er um eitt rættuliga stórt tiltak við nógvum formligum ásetingum. Ein av eldsálunum innan føroyskan flogbólt, Hanna Helena Weihe Simonsen, hevur tikið á seg at verða kappingarleiðari og at samskipa fyrireikingarnar av kappingunum.

Føroysku U19-landsliðini fyri dreingir og gentir hava undir leiðslu av ávikavist Boban Ilic og Ragnar í Haraldstovu í eina tíð fyrireika seg til at leika á heimavølli. Komandi vikuskifti verða liðini bæði í venjingarlegu í Kollafirði, skrivar FBF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890