Nýggjur listi kunngjørdur í Havn

bannari
Nýggjur listi kunngjørdur í Havn
17 valevni eru á nýggja listanum
Nýggi Kommunulistin í Havn
 
22.10.2024 - 07:17

Ein nýggjur listi er gjørdur til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Hann eitur Kommunulistin. 

17 fólk eru á nýggja listanum.

Millum tey 17 valevnini, eru tey fýra, sum sita í býráðnum í Havn í dag fyri Javnaðarflokkin: Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam. 

Men eisini onnur fólk, sum áður hava stillað upp fyri Javnarðarflokkin, eru á listanum. Millum annað eykafólkið hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, Birita Baldvinsdóttir Iversen og Malan á Dunga, ið stillaði upp fyri flokkin til seinasta løgtingsval.

Nýggi listin sigur seg vera politiskt óheftan. 

Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni og vilja saman við tær skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll við skilagóðari fíggjarstýring, sigur Kommunulistin í tíðindaskrivi.

Kommunulistin hevur sjey høvuðspunkt í sínari valskrá. Tey eru bústaðir og viðlíkahald, trivnaður, umhvørvið, mentan og ítriv, integratión, vinnan og rúsevni og harðskapur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858