Andstøðuflokkarnir leggja fram misálit

Andstøðuflokkarnir leggja fram misálit
Tingfundur verður klokkan 11
Løgtingsfundur verður klokkan 11, og tá fara andstøðuflokkarnir at leggja fram uppskot um misálit á Ingilín Dindriksen Strøm, landsstýriskvinnu.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
24.10.2024 - 08:12

Teir tríggir andstøðuflokkarnir fara at leggja fram uppskot um misálit á Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, á tingfundinum í dag

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við VP, at formenninir í andstøðuflokkunum leggja uppskotið fram. 

Tingfundurin byrjar klokkan 11, og fyrsta mál á skránni er 3. viðgerð av uppskoti um floksstuðul, síðani eru munnligir fyrispurningar og umrøða av spurningi hjá Bárði á Lakjuni um skíggjatíð, snildfon og sosialir miðlar.

Tá uppskot um misálit verður lagt fyri tingið, mugu onnur mál á dagsskránni víkja, og misálitið verður viðgjørt fyrst.  

Meirilutin í landsstýrismálanevndini broytti týsdagin støðu og vildi hava ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni.

Men hesum taka andstøðuflokkarnir ikki undir við. Teir hava biðið løgmann um sjálvur at loysa landsstýriskvinnuna úr starvi fyri tingfundin í dag, tá misálit annars verður reist.

Andstøðan hevur ikki meiriluta í løgtinginum, og tí er tann stóri spurningurin, um allir samgongulimirnir standa saman um Ingilín D. Strøm, og tí ikki atkvøða fyri einum misáliti.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776