Vinus og Vimús aftur at síggja í sjónvarpinum

Um KVF›Tíðindi
Vinus og Vimús aftur at síggja í sjónvarpinum
Nýggir partar av málmennandi barnasendingini um Vinus og Vimús vera á skránni í sjónvarpinum og sjálvandi eisini á VIT-appini og á KvF-heimasíðuni
Vimús og Vinus finna altíð upp á okkurt stuttligt.
Mynd: Úr sendingini "Vinus og Vimús".  
 
29-10-2024

Fríggjadagin 1. november verður fyrsti partur í nýggja umfarinum av málmennandi barnasendingini "Vinus og Vimús" at síggja í sjónvarpinum, men eisini á VIT-appini og her á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. 

Talan er um 10 nýggjar partar. Fyrstu fimm partarnir verða vístir í novembur, áðrenn jólakalendarin kemur á skránna. Og eftir ársskiftið verða so hinir fimm partarnir at síggja.

 

Til børn frá tvey til seks ár

"Vinus og Vimús" er føroyska barnarøðin til børn frá 2 til 6 ár, men øll kunnu sjálvandi hyggja - eisini vaksin. 

Røðin snýr seg um Vinus, sum er ein fittur vinur, ið dugir væl at finna upp á spøl, spæla tónleik og siga søgur. Í kamarinum hjá Vinusi eru bæði nógvir vakrir litir at hyggja at og ein heilur veggur, sum er ein stór bókahill við góðum bókum. 

Á bókahillini sita eisini nógvar bamsur, bæði stórar og smáar, og har eru eisini nógvar stuttligar leikur at spæla við.

 

Læra okkurt nýtt og stuttligt

Inni undir sjálvari bókahillini býr Vimús í einari músaholu. Tað er ein sera hugnalig hola hjá eini mús at vera í, og hesa ferð heldur Vimús, at Vinus kann hyggja inn, um hann hevur hug. Og tað hevur hann tíbetur.

Hvørja ferð Vinus vitjar Vimús finna tey upp á ymiskt nýtt, og so ber til at læra okkurt nýtt og stuttligt.

Okkurt er torført at gera, og annað er torført at siga, men so vísa Vinus og Vimús, hvussu tú skalt gera og siga, og so er tað knappliga einki fyri.

 

Lesa bók og syngja ein sang

Hvønn dag dettur ein bók av bókahillini, og so fara Vinus og Vimús at lesa eina góða bók. Og hvønn dag fara Vinus og Vinurin at syngja og spæla ein sang. Vinurin klívur inn gjøgnum vindeygað og fer at syngja og spæla við, og so finnur hann okkurt ljóðføri at spæla uppá. Vinus eigur so nógv.

Og at enda siga vit: "Góðan morgun, dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl!"

 

Hvat: Vinus og Vimús
Hvar: Í sjónvarpinum, á VIT-appini og á KVF Sjón
Nær: Fríggjakvøld kl. 18:30, og tá tú hevur tíð á VIT-appini og á KVF Sjón.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391

Um kvf css