Borgarar í ognarkommunu fyrsta rætt til búpláss

Borgarar í ognarkommunu fyrsta rætt til búpláss
Tað er beinleiðis ásett í kunngerðini, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi, har heimið liggur, hava framíhjárætt til upptøku á røktarheim ella eldrasambýli í kommununi
 
22.10.2013 - 15:04

Borgarar, ið teimum kommunum, ið hava gjørt íløgur í røktarheim, eiga framvegis fyrsta rætt til búpláss á røktarheimum í kommununi, hóast landið nú er skipað í seks økið, ið hava felags upptøkunevnd til eldrasambýli og ellis- og røktarheim.

Tað ger landsstýriskvinnan í Almannamálum greitt í svari uppá fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Eyðgunn Samuelsen spyr m.a. Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hvørji atlit eru tikin til tær kommunur, ið hava gjørt íløgur í røktarheim, í mun til tær kommunur, ið ikki hava raðfest økið í sama mun.

Í svarinum sigur landsstýriskvinnan, at tað er beinleiðis ásett í kunngerðini, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi, har heimið liggur, hava framíhjárætt til upptøku á røktarheimi ella eldrasambýli í kommununi.

Borgarar í teimum kommunum, sum hava gjørt íløgur í røktarheim, hava sostatt framvegis fyrsta rætt til búpláss í kommununi og koma sostatt altíð framum ein borgara í aðrari kommunu, sum ikki hevur gjørt íløgu í røktarheim, sigur landsstýriskvinnan millum annað í svarinum.

Løgtingið hevur fund í morgin klokkan 11, og er fyrispurningurin frá tingkvinnuni millum tey mál, ið eru á skránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375