Ætla at byggja nýggjan skúla í Hoyvík

Ætla at byggja nýggjan skúla í Hoyvík
Kommunan hevur í fleiri umførum gjørt ábøtur á gamla Hoyvíkar skúla, og tað hevur kostað fleiri milliónir tilsamans
Umhugsað verður at taka skúlan í Hoyvík niður og byggja nýggjan í staðin, men enn er eingin kostnaðarmeting gjørd.
 
30.10.2024 - 11:21

Tórhavnar kommuna arbeiðir við, at finna hóskandi loysn at hýsa næmingunum, um farið verður at taka Hoyvíkar skúla niður og byggja nýggjan.

Gamli studentaskúlin í Hoydølum er nevndur sum ein møgulig loysn, men tað er ov tíðliga at siga enn, sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu:

 

30102024_Heini_Gaard

 

Heini Gaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta skúlaárið ganga 349 næmingar í Hoyvíkar skúla. 

Kommunan hevur í fleiri umførum gjørt ábøtur á gamla Hoyvíkar skúla, og tað hevur kostað fleiri milliónir tilsamans. 

Eingin kostnaðarmeting er gjørd enn, tí veit kommunan ikki, hvat tað fer at kosta at taka Hoyvíkar skúla niður og byggja nýggjan skúla.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928