Ási og Poul: Landsliðsúttøka eftir gullveitslur

Ási og Poul: Landsliðsúttøka eftir gullveitslur
Eftir føroyameistara- og steypaveitslur í seinastuni fingu bæði Ási Dam og Poul Kallsberg uppaftur meir at fegnast um. Teir eru báðir við á fótbóltslandsliðnum fyrstu ferð
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
04.11.2024 - 12:42

Tað kundi ikki gerast nógv betri hjá teimum báðum.

Ási Dam hevði ikki fingið armarnar niður aftur eftir HB-steypagullið leygarkvøldið, meðan Poul Kallsberg framvegis kann smílast um sítt fyrsta FM-heitið við Víkingi.

Og so gjørdist tað kortini upp aftur betri. Um vikuskiftið fingu báðir tveir landsliðsboð fyri fyrstu ferð.

 - Tað er lekkurt. Nakrir góðir dagar nú í seinastuni, og hetta ger tað bara enn betri, segði Ási Dam. 

 - At spæla fyri føroyska landsliðið hevur verið ein dreymur, síðan eg var lítil, segði Poul Kallsberg.

 

Ætla at gera mun

Føroyar skulu spæla ímóti Armenia og Norðurmakedónia í tveimum teimum síðstu Nations League-dystunum í hesi kappingini, og skal tað eydnast at sleppa av aftasta plássinum, er neyðugt at fáa stig.

Teir báðir hava góðar vónir, og vilja helst sleppa á vøllin eisini.

 - Eg hopi sjálvandi, at vit fáa nøkur stig, og sjálvandi hopi eg, at eg fái nakrar minuttir. Tað er tí, mann er við. Mann vil spæla, segði Poul Kallsberg, sum hevur havt eitt frálíkt kappingarár fyri Víking.

 - Tú veitst aldrinn. Eg fokuseri bara upp á at vera klárur, um eg fái kjansin, segði Ási Dam.

 

Hevur álit á ungu spælarunum

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, sum hava staðið á odda fyri U21-landsliðnum síðstu árini, hava umframt teir báðar debutantarnar tikið Noah Mneney út til dystirnar, tí teir meta, at hesir eru til reiðar til A-landsliðsfótbólt. 

 - Tað er kortini ikki soleiðis, at nú skulu nakrir U21-landsliðsspælarar inn á manslandsliðið at stýra hesum her, segði Eyðun Klakstein.

 - Vit skulu ikki gloyma, allar teir góðu spælararnar, sum eisini eru í góðum aldri, og sum eru við á landsliðnum. Tað eru teir, sum skulu bera hetta, segði landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925