Amerikanska forsetavalið fyllir eisini nógv á Glasi

Amerikanska forsetavalið fyllir eisini nógv á Glasi
Í sambandi við amerikanska forsetavalið, sum er í dag, so verður skipað fyri stórum næmingatiltaki á Glasi í Havn
 
05.11.2024 - 13:12

Amerikanska forsetavalið fyllir nógv kring allan heimin, og tað ger tað eisini millum næmingar á Glasi.

Tað er fakbólkurin í samfelagsfrøði á Glasi, sum skipar fyri.

Høvi verður at hoyra undirvísarar á Glasi greiða frá politisku skipanini í USA, og hoyra føroyskar serfrøðingar greina valið, har tað verður gjørligt at seta teimum spurningar.

Á tiltakinum verður eisini gjørligt at fylgja amerikanska valinum á ymiskum sjónvarpsrásum.

 

SKRÁ:
Kl. 16.00: Annika Soll bjóðar vælkomin.
Kl. 16.00: Valskipanin í USA? Fakligur brellbiti við Billu Sondum.
Kl. 16.15: Hvør er munurin millum Kamala Harris og Donald Trump? Fakligur brellbiti við Angajo E. Olsen.
Kl. 16.30: Hvønn týdning hava miðlar og politiskt samskifti í valstríði? Fakligur brellbiti við Anniku Soll og Ann Mari Strøm.
Kl. 16.45: Steðgur
Kl. 17.00: Sofaprát og kjak millum serfrøðingarnar Regin Berg og Erik Løksagarð Absalonsen. Navnframi journalisturin Beinta Løwe verður orðstýrari. Møguleiki verður at seta spurningar úr salinum.
Kl. 18.30: Skúlin bjóðar burgara, kips og mac and cheese, umframt kaffi og te. Møguleiki verður at keypa sær okkurt at drekka og søtt til góman, ímeðan fylgt verður við valinum á stórskíggja.  
Kl. 19.00: Kvøldið er frítt til smáprát og sosialisering. Møguleiki verður at uppliva ekkokømur og miðling av valinum frá ymsum sjónarhornum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844