Nýtt stev og gamlir kenningar á landsliðnum

Nýtt stev og gamlir kenningar á landsliðnum
Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum er á veg til Armenia, har liðið skal spæla Nation League-dyst. Við á ferðini er nýtt venjarapar og gamal kenningur í álopinum
11.11.2024 - 21:19

Nógv er nýtt á fótbóltslandsliðnum við monnum, sum seinni í vikuni skal spæla tveir teir síðstu dystirnar í Nations League-kappingini. 

Nýtt venjarapar hevur ábyrgdina, og fleiri hálv- og heilfeskir spælarar eru í flogfarinum, sum mánakvøldið setti kós ímóti Armenia, men tveir gamlir kenningar eru eisini við á ferðini.

Bæði Hallur Hansson og Páll Klettskarð eru tiknir út og klárir at tørna út í hvítum fyri fyrstu ferð í langa tíð.

 - Eg havi havt Eyðun (Klakstein, red.) sum venjara og spælt saman við Atla (Gregersen, red.) eisini, bæði í klubbfótbólti og eisini á landsliðnum, so teir kenni eg øgiliga væl, segði Páll Klettskarð til seinastu venjingina í Føroyum, sum var fríggjadagin.

 

Broytingar verða gjørdar

Umframt broytingarnar í sjálvum hópinum - Poul Kallsberg og Ási Dam eru við fyrstu ferð, og millum annað Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen eru vrakaðir - verða smáar broytingar eisini gjørdar í leikskipan og -ætlan.

 - Vit verða noyddir at lena okkum nakað upp at tí, sum hevur verið, segði Eyðun Klakstein.

 - Men vit kunnu justera tað nakað. Vit kunnu hava nýggj prinsippir, sum vit halda gevur meining í tveimum truplum útidystum. Vit koma at verja saman, og vit koma at spæla eitt sindur meir beinleiðis, segði venjarin, sum fyribils er settur at taka sær av hesum báðum dystunum.

Dysturin ímóti Armenia verður spældur hósdagin, og sunnudagin tekur Norðurmakedónia ímóti. Kringvarpið sendir báðar dystirnar í sjónvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040