Jógvan í Skorini: Eg havi longst eftir hesum

Jógvan í Skorini: Eg havi longst eftir hesum
Hann stillaði ikki upp seinast, men varð valdur við nógv flest atkvøðum hesa ferð. Jógvan í Skorini er glaður fyri at vera aftur í politikki. - Eg havi longst eftir hesum
12.11.2024 - 22:45

Jógvan í Skorini er komin brakandi inn aftur í lokalpolitikk. 

Fyrrverandi borgarstjórin stillaði ikki upp seinast, men hann hevur longst eftir politikkinum, og líkt er til, at Jógvan í Skorini kann gerast nýggjur borgarstjóri á Eiði, um hann vil, tí hann gjørdist greitt nummar eitt á Eiði.

 - Eg vil ikki siga, at eg roknaði við tí. Eg vónaði sjálvandi, at vit fóru at fáa eitt gott val, og persónliga valið hjá mær var munandi betri, enn eg roknaði við, sigur Jógvan í Skorini.

 - Eg havi longst eftir tí, eg tímdi tað væl og eg haldi, tað gekk væl, og vit vóru ein sjónlig kommuna. TAð vilja vit vera aftur, sigur Jógvan í Skorini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086