Eitt stig kanska ikki nokk í truplum útidystum

Eitt stig kanska ikki nokk í truplum útidystum
Føroyska manslandsliðið skal spæla tveir truplar útidystir. Eyðun Klakstein hevur illgruna um, at eitt stig ikki verður nóg mikið fyri at koma av síðsta plássinum í bólkinum
13.11.2024 - 17:57

Eyðun Klakstein stendur á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum í útidystunum móti Armenia og Norðurmakedónia. Fótbóltssambandið gav Håkani Ericson durafjórðingin, eftir at hann hevði verið høvuðsvenjari í sløk fimm ár.

51 ára gamli klaksvíkingurin, sum bara er høvuðsvenjari í hesum báðum útidystunum, er væl nøgdur við tær fáu venjingarnar, hann hevur havt við liðnum. Men tað hevur elvt til høvuðbrýggj, at Hallur Hansson fekk ein lítlan skaða undir venjingini í gjárkvøldið.

Annars hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, hjálparvenjari, valt sínar fyrstu 11 spælarar, sum skulu vinna Føroyum stig í armenska høvuðsstaðnum Jerevan.

Tað má frøa nýggja venjaratoymið, at Jóannes Bjartalíð hevur betrað um dystarformin. Jóannes Bjartalíð, sum skeyt eitt vakurt mál móti Armenia fyri góðum mánaði síðani, spældi sínar fyrstu 90 minuttir fyri Frederikstad um vikuskiftið. Fyrrverandi KÍ-spælarin kennir seg væl og gleðir seg til tveir spennandi útidystir.

Føroyar liggja í løtuni á niðasta plássi í bólkinum í Nations League-kappingini og eru sostatt í vanda at flyta úr C-deildini niður í D-deildina. Eyðun Klakstein hevur illgruna um, at tað helst verður neyðugt at vinna meir enn tað eina stigið í síðstu dystunum í bólkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120