Levi Mørk nýggjur borgarstjóri í Vági

Levi Mørk nýggjur borgarstjóri í Vági
Marin Gaardlykke í Sambandsflokkinum ætlar sær í borgarstjórasessin, tá valskeiðið er hálvrunnið, men ivasamt er, um tað ber til
Levi Mørk fekk flestar atkvøður á valinum í Vágs kommunu týsdagin, og hann verður nýggjur borgarstjóri.
 
14.11.2024 - 08:22

Í Vági verður Levi Mørk nýggjur borgarstjóri.

Levi Mørk gjørdist toppskorari á valinum týskvøldið, og fór fram um Bjarna Johansen, sitandi borgarstjóra, á lista C. 

Men hóast nýggja borgarstjóran, vera tað somu flokkar, sum halda fram í býráðsmeirilutanum í Vági skrivar dimma.fo. Tað eru listi C og listi B, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin.

Dimma.fo skrivar eisini, at avtala er gjørd um, at Marin Gaardlykke tekur við sum borgarstjóri, tá helvtin av valskeiðinum er farin. 

Men tað er ikki í samsvari við lógina at skifta um borgarstjóra í hálvum valskeiði, skrivaði in.fo í gjárkvøldið, og tí verður hetta væntandi steðgað av kommunala eftirliftinunm. 

 

Valdur fyri alt valskeiðið

Ein borgarstjóri verður valdur fyri alt valskeiðið. Tað ber til at fara frá vegna eitt nú sjúku, men tað ber ikki til skifta borgarstjóra fyri at býta valdið javnari millum tveir flokkar, skrivar in.fo.

Marin Gaardlykke var toppskorari á lista B í Vági við 44 atkvøðum, meðan Levi Mørk fekk flestar atkvøður á lista C við 131 atkvøðum.

Tilsamans fingu listi B og C fimm umboð í Vágs Býráð, ávikavist tvey og trý umboð. 

Á valinum týskvøldið fekk fekk listi E seks atkvøður fleiri enn listi C og fýra umboð.

Listi E endar tískil í minniluta, hóast hann fekk flestar býráðssessir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392