Sama skil í Vági: Møta ikki á býráðsfundi

bannari
Sama skil í Vági: Møta ikki á býráðsfundi
Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað at savna nývalda býráðið í Vági. Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur hjá Tjóðveldi, sigur, at tey innvaldu mugu taka hetta í álvara og møta upp
Arni D. Brattaberg hevur nú tvær ferðir kallað nývalda býráðið í Vági á fund, men til fánýtis
 
20.11.2024 - 19:13

"Vit hava ikki so nógv onnur amboð enn at blíva við at kalla inn til fundar og vóna, at støðan broytist, og at fólk taka tað í álvara og møta, sum tey hava skyldu til. Tað er ein skylda at møta upp til fundin."

Tað sigur Arni D. Brattaberg, nú tað heldur ikki í kvøld eydnaðist at savna nývalda býráðið í Vágs kommunu á fund.

Á fundinum í kvøld møttu sjey av níggju býráðslimum, og tað var frægari enn til fyrsta fundin mánadagin, tá bert fimm av níggju møttu. Hesaferð vóru tvey umboð fyri Sambandsflokkin eisini við, men Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, sum saman við Bjarna Johansen eru innvald á Javnaðarlistanum, møttu heldur ikki á fundinum í kvøld.

"Man má eisini koma víðari og skilja, at nú er støðan annaðleiðis. Hetta málið er nú blivið eitt stríðsmál í staðin fyri at taka tað í álvara, sum man er valdur inn til," sigur Arni D. Brattaberg.

Tey bæði javnaðarumboðini sýta fyri at møta upp, tí Bjarni Johansen sum triðja umboð hjá Javnaðarlistanum valdi at fara í part við Tjóðveldi og tryggja teimum meirilutan.

Hoyrið samrøðu við Arna D. Brattaberg her:

Arni_D_Brattaberg

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595