Netanyahu ætlar at kæra altjóða revsidómstólin

Netanyahu ætlar at kæra altjóða revsidómstólin
ICC hevur givið boð um at handtaka ísraelska forsætisráðharran og fyrrverandi verjumálaráðharran
Altjóða revsidómstólurin hevur givið boð um at handa Benjamin Netanyahu og Yoav Gallant.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.11.2024 - 08:28

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu boðar frá, at hann ætlar at kæra boðini frá Altjóða revsidómstólinum, ICC, um at handtaka trý leiðandi fólk í Miðeystri.

Teirra millum eru Benjamin Netanyahu og fyrrverandi verjumálaráðharrin, Yoav Gallant.

Umsitingin hjá Netanyahu sigur, at amerikanski senatorurin, Lindsey Graham, hevur upplýst tey um fleiri stig, sum hann kann taka í kongressini móti ICC og londunum, sum samstarva við ICC.

ICC hevur eisini givið boð um at handtaka leiðaran í Hamas, Al-Masri, sum helst hevur latið lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541