Eingin broyting, men kósin verður hildin

Eingin broyting, men kósin verður hildin
Katrin Petersen er sett sum fyribilsstjóri í Kringvarpinum, og Elin Mirjamsdóttir verður virkandi tíðindaleiðari
Katrin Petersen verður fyribils kringvarpsstjóri, til nýggjur stjóri er settur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 13:30

Katrin Petersen, sum er sett sum fyribilsstjóri í Kringvarpinum, eftir at Ivan Niclasen var loystur úr starvi í gjár, hevur ongar ætlanir um at gera broytingar í Kringvarpinum, ta tíðina hon er stjóri, men kósin verður hildin, sigur hon. 

Katrin Petersen, sum hevur verið tíðindaleiðari í Kringvarpinum síðani 1. januar, verður fyribils kringvarpsstjóri, til nýggjur stjóri er settur, væntandi um nakrar mánaðir.

Hon er 51 ára gomul, útbúgvin journalistur og samfelagsfrøðingur.

Tilgongdin at søkja eftir nýggjum kringvarpsstjóra byrjar beinanvegin.

Meðan Katrin Petersen er fyribils stjóri, fer Elin Mirjamsdóttir, journalistur í Kringvarpinum, at vera virkandi tíðindaleiðari.

Hoyr samrøðu vð Katrina Petersen, sum var gestur í útvarpstíðindunum á middegi:

 

04122024_Katrin_Petersen

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen


Frá starvsfólkafundinum fyrrapartin, har kunnað var um fyribils leiðsluskiftið í Kringvarpinum.

Uttast vinstrumegin Elin Mirjamsdóttir, sum verður virkandi tíðindaleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974