Havstovan: Framvegis tørvur á at skerja fiskidagarnar

Havstovan: Framvegis tørvur á at skerja fiskidagarnar
Tørvur er framvegis á at skerja fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum við 10 prosentum næsta ár, sigur Havnstovan í tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa fyri 2025
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2024 - 12:43

Fiskidagarnir hjá øllum skipabólkum eiga at verða skerdir við 10 prosentum næsta ár. 

Tað sigur Havstovan í tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa fyri 2025.

Eydna í Homrum er deildarleiðari á Havstovuni, og hon sigur, at støðan hjá eitt nú toskinum á føroyska landgrunninum er framvegis so ring, at tilmælið enn einaferð er at skerja fiskidagarnar, hóast støðan tykist batna

Aftrat tilmælinum um landgrunnin, so mælir Havstovan til, at fiskidagatalið á Føroyabanka verður 150 dagar. Og tað er fyri stór og smá fiskiførum. Hetta er sama fiskidagatal, sum var í tilmælinum fyri 2024.

 

Eydna_i_Homrum_um_fiskastovnin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280