Sambandsflokkurin ikki samdur um semju

Sambandsflokkurin ikki samdur um semju
Í Sambandsflokkinum er ikki semja um, hvørt flokkurin er bundin at langtíðarsemjuni við samgonguna um alivinnuna. Tað kom fram undir viðgerðini av fíggjarlógini
 
19.12.2024 - 08:51

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sigur at hann kennir seg ikki bundnan av alisemjuni, tí hann er ónøgdur um lógaruppskotið um broytingar í Búskapargrunninum. 

Broytingin hevur við sær, at størri partur av inntøkunum frá ali- og fiskivinnuni fer beinleiðis í landskassan og ikki í Búskapargrunnin. Og tí partinum av uppskotinum tekur formaður sambandsfloksins ikki undir við.

Undir 3. viðgerð í dag var nógv kjak um uppskotið, og partar av andstøðuni løgdu samgonguna undir at pynta upp á úrslitið í fíggjarlógini við at ein størri partur av inntøkunum frá alivinnuni nú fer í landskassan.

Tá segði segði Bárður á Steig Nielsen:

 

Bardur_a_Steig_Nielsen_um_Buskapargrunn_og_semju

 

Erhard Joensen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, varð beinleiðis spurdur av Una Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, um hann stóð við langtíðarsemjuna við samgonguna?

Tá var greitt, Erhard Joensen ikki er heilt samdur við formannin í hesum máli.  

 

Erhard_Joensen_og_Annika_Olsen_um_semju

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804