Ísrael og Hamas forða fyri vápnahvíld

Ísrael og Hamas forða fyri vápnahvíld
Ísrael og Hamas skuldseta hvønn annan fyri at forða fyri vápnahvíld í Gasageiranum, har eingin steðgur hevur verið í krígsálopunum í meira enn eitt ár
 
25.12.2024 - 17:49

Hóast tað seinastu tíðina eru komnar jaligar fráboðanir frá meklarunum, er stígur eftir øllum at døma komin í samtalurnar millum partarnar. Hamas skuldsetur Ísrael fyri at koma við nýggjum krøvum til vápnahvíld, og sigur, at tað seinkar møguleikanum fyri semju. Men Hamas sigur tó, at samtalurnar halda fram.

- Samráðingarnar um vápnahvíld og fangabýti halda fram í Doha við Qatar og Egyptalandi sum merklarum, og talan er um ítøkiligar samtalur, sigur Hamas í fráboðan. - Men hersetingarvaldið hevur sett nýggjar treytir fyri at taka aftur herdeildir, vápnahvíld, fangar og fólk, sum eru rikin frá húsi og heimi, og tað tarnar semjuni, sigur Hamas.

Eingin framgongd

Ísrael sigur hinvegin, at Hamas forðar fyri framgongdini. 

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu skuldsetur Hamas fyri at venda aftur til mál, sum partarnir eru vorðnir samdir um í sambandi við  møguliga avtalu um gíslar. 

Netanyahu lovar kortini, at Ísrael heldur fram við stríðnum at fáa gíslarnar heim.

Gíslar og fangar

Vápnahvíld hevur ikki verið í Gasageiranum síðani november í fjør. Samráðingarnar um vápnahavíld hava allatíðina verið knýttar upp í kravið um, at ísraelskir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar hava tikið til fanga í Gasa, skulu latast leysir. 

Samstundis hevur Hamas kravt, at Ísrael letur leysar palestinar, sum sita í ísraelskum fongsli. Meðan stutta vápnahvíldin vardi í fjør, lótu palestinar í Gasa leysar 80 ísraelska gíslar í býti við 240 palestinar í ísraelskum fongsli. 

Í minsta lagi 96 gíslar og krígsfangar eru eftir í Gasageiranum, - millum annað tey 34, sum sambært ísraelska herinum, ikki longur eru á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098